-
Skriv i gæstebogen
-
Gott aftur at fáa nakrar so livandi ferðafrágreiðingar. Hugsi tað verður saknur í tykkara upplýsandi frásøgnum, tá tit koma aftur hendavegin. Guatemala fer hereftir at verða fyrsti prioritetur sum ferðamál!
Kortini er tað so, at mamman gleðist um, at tann væleydnaða dreymaferðin skjótt fær ein enda og tann nú spansktalandi dótturin vendir nøsina heimeftir.
Alt tað besta
Mamman
39. | Marjun |
-
Hey tit bádar.
Takk fyri seinast. Eru komin aftur til Høje Taastrup. Heimferdin tók einar 26 tímar. Frískligt at koma aftur í køliga luft, hóast vedrid her er avbera gott.
Gleði meg at hoyra um Mex City.
38. | Sólbjørg |
-
Pictures please!
37. | Katrin |
-
Hola Maria y Sólvá y los otros de There ;-)
Eg kann informera tykkum um, at nú er veðrið endiliga blivið gott í DK og tann lekkri havin uttanfyri Scandis kemur endiliga til sín rætt, men hvat? Ikki tímir man at sita har, tá eingin Sólvá til eina og hvørja løtu opnar bakdyrnar, veitrar við einum brosi meðan vindurin kínir henni um ennið og fer ígjøgnum tað ljósa hárið:-(
Heilsan Hanna
P.S. Hvussu kunnu tit vera so ljótar, at arga Katrin beint áðrenn hennara vigtigastu roynd nakrantíð? Tit vita væl, at hon tolir tað ikki.
Stórar systrar...
36. | Hanna |
-
Hola amigas
Takk fyri seinast. Tvs. í Cuba. Eg føldi meg í nøkur sekund sum Palle alene i verden, tá tit fóru við taxabilinum mikumorgunin. Eg fór ein túr í býin, men eg mátti ganga allatíðina, tí annars kom onkur til mín, og sum tit kenna til, so kom onkur bara knappliga at fylgjast við mær, sjálvt um eg gekk. Eisini hann, sum hevði fylgt mær í 2 dagar. So eg fór heim aftur aftaná 2 tímar og slappaði av har, til eg fór á flogvøllin. Mítt flogfar var einir 2 tímar seinkað, so eg bíðaði mega leingi til at sleppa at chekka inn. Eitt gott var tó... tey koyrdi meg í "comfort class", sum er the place to be, so eg hevði teppi, 3 steur fyri meg sjálva, fekk bjóðað ymiskt, sum hini ikki fingu, og so fekk eg fimspælaran ókeypis. Tað var so mega gott:)
Tað er so festligt at sita og lesa tykkara bloggar. Eg má fara at hyggja eftir nýggju myndunum, tá eg komi heim, tí tær kann man ikki síggja her.
Hopi tit hava tað super gott í Mexico:)
35. | Inga |
-
Góðu Sólva og Maria!
Hendan mest regnandi juni-dagin í nýggjari søgu í Danmark, sita tvær skúlatingsbyrðaðar gentir á einum kollegii, og hygga eftir myndum. Á hesum depressión-útloysandi degi er tað einasta vit biða um eitt sindur av samkenslu. Í framtíðini - lat vinarliga vera við at leggja so fínar myndir út.
På forhånd tak.
34. | Tær øvundsjúku systrarnar Hanna og Katrin |
-
Nú er langt síðani man hevur frætt nakað frá tykkum. Vóanandi hava tit tað gott. Gleði meg at síggja tykkum aftur:)
33. | JM |
-
Hey Solva & Maria,
Nu ma vera uppa tidina, at tit eisini faa eina heilsan fra maer. Havi just lisid einaferd enn frasognina hja tykkum ur LA. Sera undirhaldandi at lesa um alt tad, tit uppliva a ferdini. LA hevur min serliga ahuga, eftirsum vit baedi, James og eg fara hagar i juni, og eg hugdi eftir onkrum godum tipsi um, hvat vit eiga at siggja. Eddie Izzard er ikki fremst a listanum hja okkum, however! Hava hugsa um kanska at gera eina dagsferd til San Diego.
Hvussu gongur annars vid ti spanska?
Havid tad nu so gott, Jesus fylgi tykkum ........ and don´t do anything I wouldn´t do, ha, ha!!
32. | Marjun mostir |
-
Hey tit báðar.
Nú varð eg vitjandi nr. 1100, so tit fáa ein hjartaliga heilsu, men her hendir ikki nógv á síðuni í løtuni. Tit eru ikki stagneraðar á málskúlanum í Antigua? Fer Maria enn so glað og hoppandi í skúla sum ein 1. floksnæmingur? Tey allarbestu ynskir á ferðini framyvir. Jesus fylgi tykkum .
31. | Anna |
-
Góðu gentir.
Havi akkurát sitið og lisið tey seinastu tíðindini á heimsíðu tykkara, so nú man vera tíð at senda tykkum eina heilsan aftur. Sera áhugavert at fylgja við øllum tykkara ymisku upplivingum, - og nú skilji eg á lagnum, at tit tosa mestsum flótandi spanskt, - ja, soleiðis virkar tað í øllum førum, tá man lesur tann spanska tekstin hjá tykkum.
Og so havi eg eisini frætt, at vit fara at hittast í Mexico í juni, - gleði meg at síggja tykkum .......
Vemos .....
30. | Sólbjørg mostir |
-
Hey beybs :)
skeg at lesa um The Philippinas...kenni meg aftur:) og ja eg
kenni meg so gusjer eisini aftur í at verða sjúk, haldi at eg læs okkurt um amøbir...gusjer ikki gott;/
eilen:)
29. | Eilen |
-
Hey piger
Kiggede bare fordi og I er sgu for lækker, lækker, lækker, lækker, lækker. Temperaturen stiger og det hot hot hot hot hot!
28. | Nik og Jay |
-
Hey hey tit báðar..
Halga tað sær lekkurt út hjá tykkum. Eg gangi stert út frá at tað er ein super góður túrur, sjálvt um Maria til tíðir fær magatrupuleikar - tók hon ikki nøkur ráð við sær frá B6???? Tit mugu hava tað super, og forset góðan túr. Hettar er sera gott at kunna lesa hvat tit gera og hvussu tit hava tað, gott hugskot:O):O) Eg skal heilsa frá øllum her á B7.
Vinarliga Rúna
27. | Rúna |
-
hey tit báðar:)
eg eri so glað fyri at tit eru á lívi:) ta vei den, eg fekk dásarhold av at lesa hatta.
ElinKathrina, Jenny Kirke og eg skr akk uppgávu, so máttu vit líka hyggja at síðuni hjá tykkum...vit sita bara her og halda at hatta er so mega óhugnaligt, men eru glaðar fyri at tit komu vekk frá hasum:)
alt tað besta,
eilen:)
26. | eilen |
-
Góða Sólvá.
Omma hevur sitið og hugt eftir myndum frá tykkara ferð. Nú hevði omma ikki klára upp á elefantin, men hattin hjá tær, hevði eg vilja átt. Tit kunnu saktans at verða har, sum tað er so vakurt.
Omma er glað fyri at læna títt kamar, har er gott at sova.
Heilsa Eli, Noomi og Mariu.
Jesus fylgi tykkum allan túrin.
Kærar heilsur
omma
25. | Solborg |
-
Góðu Sòlvá og Maria
Nú havi eg sitið og hugt eftir heimasíðuni og lisið tykkara áhugaverdu ferðafrásagnir. Hevði hoyrt um tykkara óhugnaligu uppliving í Hannoi!
Vit ynskja tykkum framvegis góða ferð, og ansið væl eftir tykkum - og hvørji aðrari.
Harrin varðveiti tykkum.
Tey bestu ynski
Jónvør
24. | Vit í Skørugøtu |
-
Góðu tit báðar
Maria góða, tú hevur í hvussu so er verið mitt í verðini ímillum stoffir, klædnakatalog og skræddarar :-)
Tað verður spennandi at fáa pakka úr Vietnam :-)
k.h.
Mamma
23. | Marjun |
-
Her norðuri í Ljósá er góð tíð hjá okkum at lesa tykkara ferðafrásøgn. Tað er framvegis áhugavert at fylgja við tykkum, men eg má siga tað sama sum fyrri skrivarin, at handan søgan úr Hanoy var mestsum ov mikið av tí góða ella ringa :-( . Í øllum førum spennandi hjá okkum at lesa, - men eg veit ikki hvussu spennandi tað var hjá tykkum, - ikki hugnaligt, haldi eg, MEN MEN nú hava tit lært, at ein kann ikki hava álit á øllum.....
Anna, Mikkjal, Jónvør, Jógvan, Sólbjørg og Ludvík hava verið her og hugna okkum í vikuskiftinum - og hugsa um tykkum....
Havið tað gott og Harrin fylgi tykkum ........
22. | Heilsan úr Bakkastovu |
-
Ì Hanoi er einki broytt, skilji eg á lagnum!! :-) Tad er ein rættiliga strævin býur til tídir... Gódan túr vídari ígjøgnum Vietnam. Tad verdur meira avslappa, jú longur sudur tit koma.
Sera undurhaldandi at lesnadur frá tykkum bádum.
21. | susanna jacobsen |
-
Hey tit báðar!
Eg má siga, tykkara bloggur er stak undirhaldandi lesnaður. Ein talentfullur skribentur goymir seg í búkinum hjá í øllum førum aðrari av tykkum.
Men hasin síðsti um Hanoi bleiv í so spennandi haldi eg. Eitt er, at tit helst skulu uppliva eitt sindur og hava onkrar røvarasøgur at fortelja tá tit koma aftur, men haldið tykkum nú vekk frá mafiuni framyvir OK?
Havið tað nú so gott og alt tað besta.
20. | Eilev |
-
Fantastiskt at síggja myndir frá Railay Beach :-) Har havi eg nógv gód minnir.
Tit eru super óførar at skriva!!
Hugni tykkum í Laos. Tad næstan líka gott sum á Railay, Ko Phi og Ko Lanta :-)
Kh Súsanna
19. | susanna jacobsen |
-
Góða Sólvá. Her kemur ein seinka føðingardagsheilsa - hevði ikki gloymt dagin hjá tær, men havi ikki verið á netinum í nakrar dagar.
Hjartaliga tillukku við degnum, - hopi tú hevði ein góðan føðingardag. Tit síggja út til at njóta hvønn dag, - stuttligt hjá tykkum. Góða ferð víðari.
Kærar heilsanir
Sólbjørg
18. | Sólbjørg mostir |
-
Góða tit báðar.
Góða ferð til Laos. Fari at sakna tær spennandi ferðafrágreiðingarnar, meðan tit eru har. Eri so við og við blivin
heilt "avhengig" av at frætta nýtt. Handan um elefantarnar bar av øllum.
Harrin verið við tykkum
k.h.
Mamman hjá Mariu
17. | Marjun |
-
Tillukku vid degnum Solva :) Akra gott at fejra tad i spa... tit liva livid!
16. | Jeanette |
-
Góða Sólva
Hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Vóni Maria vakti teg við sangi og drekka. Tað eigur mann at gera! :-)
k.h.
Marjun og Páll
15. | Til Sólvu |
-
Hey góða Sólvá okkara fyrstafødda.
Hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Langt av landi skotin.
Gleða okkum at síggja myndir av tær við nýggju "frisuruni" (ja hvussu man tað stavast?)
Vit bíða spent eftir næstu ferðafrásøgn.
Góðan túr til Laos. Harrin fylgi tykkum.
Kærastu heilsur
mamma og babba
Heilsa Mariu og Leivur
14. | Anna og Mikkjal |
-
TILLUKKU Sólvá!!
Hopi tú fært ein fantastiskan føðingardagin... minst til hetta er tín dagur :)
Maria fær eisini eina heilsu
Havi tað so gott
13. | Ragnhild |
-
Góða fitta elskaða Sólvá.
Enneinaferð hjartaliga tilukku við 25 ára degnum. Nú verður ikki leingi til eg innheinti tín aldur ;-) Eg hopi at tit hava tað gott og njóta tað.
Heilsan Hanna
12. | Hanna |
-
Góða fitta Sólvá :)
Vil ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum :) Vónandi fært tú ein ordiliga góðan dag!
Klemm, Andrea
p.s. so stuttligt at vitja tykkara heimasíðu - tit eru totalt undirhaldandi :)
11. | Andrea |
-
Hey tit bádar!
Tit eru herligar.. og so undirhaldandi... eisini tá id tit eru langt vekk heheh! Ein av hasum spurningunum tit settu tykkum sjálvum ádrenn ferdin byrjadi, er í øllum førum svaradur - "hvussu illa fara vit at brenna okkum?" :-)
Annars sær tad út til at tit hugna tykkum óført. Tit mugu hava tad so gott og Jesus veri hjá tykkum!
Muss og klemm herfrá.
10. | Mariann |
-
heeeeqqqqq.... hvat gera tit????? og hvussu hava tit tað????
9. | heeeeeeeqqqq... |
-
Heeey tit báðar!
Tað veidenn tað skuldi ik verið lov at havt heimasíðu við myndum og mega festligum bloggum meðan man fjakkar! Eg eri ræðuliga øvundsjúk beint nú og eri bara sletti ik motivera at fara til arbeiðis!!! Tað er mega lekkurt hjá tykkum og stuttligt at lesa um tykkara fjakkarafrustrationir, haha!
Havið tað gott:)
8. | Susielicious |
-
Hey tit báðar:)
Ein lítil heilsan her frá kuldanum. Haldi ikki at tað hevur verið nøkur pluss grad teir seinastu dagarnar og kavin liggur so fínur og vit eru flutt :) Nú er man ikki Rasmus búgvi meira, rættuligani løgið, men ta kann dóg ikki oyðileggja gleðini av at hava fleri rúm:) Havi tað nú so gott
KnuZ Jádd Emm :)
7. | Jóhanna Maria |
-
ohhh góðu tit báðar:)
eg eri so kedd um at eg ikki fekk klemma tykkum góðan túr, men tað hevði nokk verið ringt, tí at mær dámar ikki so væl "at siga bei", tað hevði bara blivið til tár hiihih;/ men tað sær út til at tit hugnað tykkum óført:)
alt tað besta, kanska vit síggjast í Mexico hohoho:)
eilen:)
6. | Eilen:) |
-
Góðu tit báðar krabbagággur.
Eg má siga, at tað er áhugavert at lesa tykkara dagbók. Akkurát sum at byrja uppá eina spennandi bók, - eg vóni at "fortsettelse" kemur skjótt.
Men eg eri bangin fyri, at tit longu hava gloymt tað spanska, nú ið tit vandra runt í hasum dreymalandinum haryviri. Ja, nú er munur á tykkum og okkum, sum sita mánakvøld eftir mánakvøld og hakka okkum ígjøgnum tann spanska tekstin, meðan tit liggja á hvítari strond....Eg sakni tykkum, nú ið eg havi alt borðið fyri meg sjálva og ikki kann fáa hjálp frá síðukammeratunum. Men eg ynski tykkum eina góða ferð víðari og Harrin fylgi tykkum.
5. | Sólbjørg mostir |
-
Hey tit bádar!
Hopi tit hava tad gott. Sær í øllum førum út sum tad er stuttligt :) Blívi ordiliga øvundsjúk, tá eg síggi myndirnar...
Og Maria tad sær ikki út sum at tú heldur tad tú lovadi! Minst til faktor 30!! :D
Havi tad so gott og Jesus fylgir tykkum.
Kys og kram Ragnhild
4. | Ragnhild |
-
Hey góðu tit báðar!
Vónandi eru tit komnar væl til Bangkok. Tað var eitt sindur trist at siga bei við tykkum í gjár. Gleði meg at síggja myndir her og lesa um alt sum tit uppliva :) Alt tað besta og Jesus fylgir tykkum, klemm Andrea
3. | Andrea |
-
Góðu tit báðar.
Vit ynskja tykkum eina góða og eydnuríka ferð runt knøttin, nú hava tit fingið tykkum eitt sindur royndar longu.
Orðatakið sigur: Mongum brestur ætlan.
Harrin verið við tykkum og fylgi tykkum á ferðini.
Kærastu heilsur
mamma og babba
2. | Anna og Mikkjal |
-
Ih, altso tit báðar! Tit eru bara so skide kular!! Og dugnaligar, soleiðis sum tit uppá no time booka ferðir, skúlar, hostel, hotel og vandreheim uppá null komma niks. Eg eri gott nokk glað fyri at eg eri ein av okkum!
1. | Maria |
-